Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan á Argjahamri

24. januar 2019


Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starvið sum námsfrøðingur.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir námsfrøðingum.

Søkt verður eftir:

  • 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna
  • 1 námsfrøðingi at arbeiða 20-25 tímar um vikuna

Eina starvið er til setan skjótast gjørligt og hitt til setan 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðingar sum:

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vilja virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og aktivt luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum

Vit bjóða:

  • at tú kemur at vera partur av einum toymi, sum hevur námsfrøðiliga ábyrgd og leiðslu
  • námsfrøðiliga sparring í námstoymi
  • eitt fakligt arbeiðis umhvørvið, har námsfrøðilig kjak og refleksjónir eru partar av arbeiðis mentanini
  • góðar arbeiðis karmar, sum stuðla væl upp undir ymisk frítíðar námsfrøði og námsfrøði í síni heild
  • eitt arbeiði í skiftandi vaktum
  • fyrireikingartíð

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Meira fæst at vita

Um okkum og størvini við at venda sær til Ann Hansen, stovnsleiðara, á telefon 282850 og við at hyggja inn á heimasíðuna www.argjahamri.fo.

Umsókn

Saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í seinasta lagi 10. februar 2019.

Aftur