2. flokkur á ferð…!

mikudagur, 9. januar 2019


Fríggjadagin 11. januar fara vit útferð til Havnar.

Vit fara á Kafé á Reinsaríinum.

Vit fara av Argjahamri uml. Kl. 11.30.

Á Reinsaríinum eta vit okkara matpakkar í hugnaliga umhvørvinum har. J

Vit fara at hava spurnarkappingar og annað undirhald.

Við sær skulu børnini hava ein góðan matpakka og ein drekkidunk.

Vit bjóða millummála á Reinsaríinum.

Vit verða aftur á Argjahamri um 15. tíðina.

Um tit ynskja at heinta børnini niðri í býnum ella gera aðra avtalu, vinarliga boða okkum frá tí.

Vegna 2. fl toymi

Hanna

Aftur