Foreldragjald 2019

mánadagur, 7. januar 2019


Foreldragjald 2019

Vøggustovupláss 2.942 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið – juli ókeypis.

Barnagarðspláss 1.817 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið – juli ókeypis.

Frítíðarskúli 999 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið – juli og august ókeypis.

Frítíðarskúli í 3.flokki 499 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið – juli og august ókeypis.

Forskúlabørn í frítíðarskúla 1.172 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið – juli og august ókeypis.

Legg til merkis, at prísurin á stovnsplássum og frítíðarskúlum verða tillagaðir hvørt fíggjarár.

Systkinaavsláttur

Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggustovupláss kostar.

Dømi: Hevur tú eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði, er mánaðarligi avslátturin kr. 1.817 kr.

Serligt fyri 3. flokk í frítíðarskúla

Systkinaavsláttur og frípláss er ikki galdandi fyri frítíðarskúla í 3.flokki. Uppsagnarfreistin er ein mánaður galdandi frá fyrsta degi í hvørjum mánaði.

Manglandi gjald

Fer eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni upp um 2 mánaðir, kann kommunan siga plássið upp.

Hvat er eitt systkin?

- Lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá antin faðir ella móður, ið hevur foreldramyndugleikan.

- Ættleidd systkin, stjúksystkin, sum hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum.

Til tess at fáa systkinaavsláttur skal barnið búgva í Tórshavnar kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum, saman hvørt barnið býr javnt nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fata um børn, ið ganga í barnagarði og í Frítíðarskúla sambært løgtingslóg um dagstovnar.

Sig upp dagstovnapláss

Tá ið barnið verður tilmeldað vøggustovu ella barnagarð í Tórshavnar kommunu, verður ein enda dagfesting sett inn í skipanina hjá kommununi. Henda dagfestingin er í august í tí árinum, barnið gerst 7 ára gamalt og vanliga fer í skúla. Skal barnið flyta stovn, ella fer tað í skúla áðrenn hesa dagfesting, skulu foreldrini boða kommununi frá hesum.

Tá ið tit skulu siga upp plássið á dagstovni, boða foreldrini frá hesum umvegis sjálvgreiðsluna. Ikki fyrr enn hetta er gjørt, fellur mánaðarliga dagstovnagjaldið burtur.

Uppsagnartíðin til dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu er 2 mánaðir frá 1. ella 15. Í mánaðinum at rokna. Uppsagnartíðin fyri børn, ið nýta frítíðartilboðið í 3. flokki, er ein mánaður frá 1. í mánaðinum at rokna. Hetta er galdandi, flytur barnið stovn innanhýsis í kommununi og í aðra kommunu.

Góður siður er somuleiðis at boða starvsfólkum á stovninum / leiðaranum á dagstovninum frá, at barnið gevst.

Aftur