Jólalesikrók á Argjahamri

20. desember 2018


Í frítíðarskúlanum á Argjahamri hava tey innrættað ein hugnaligan jólalesikrók, har tann síðsta vikan áðrenn jólaferiuna, er nýtt til hugnaligan lesna saman við børnunum. Hvønn dag er ein partur av tí nýggju bókini um Marin og Hjartavætturin, sum Ingun Christensen hevur skrivað, lisin av kendum persónum, sum hava tilknýti til børn, ið ganga í frítíðarskúlanum. Tann fyrsti at lesa var rithøvundur sjálvur, síðani hava Magni Jacobsen, Jógvan Skorheim, Angela Petersen, Ari Sondum og Elin á Rógvu lisið hvør sín part. Tann síðsti parturin varð lisin av M.C. Restorf hósdagin, sum eisini sang nakrar sangir fyri børnum og vaksnum. Børn sum duga at spæla ljóðføri, spældu nakrar jólasangir. Hetta hava verið hugnaligar løtur, har øll eru savnaði um lesna og felags hugna. Sum kunnugt er 2018 lýst sum málár, og hevur hetta verið eitt gott høvi hjá øllum, at ríka um tað føroyska málið á ein spennandi hátt.

myndir (trýst her)

Vit her á stovninum ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýtt ár!

Aftur