Jólakrókur í grønugongd.

mikudagur, 12. desember 2018


Vit hava gjørt ein jólakrók í Grønugongd har møguleiki verður at hava jólaløtur við upplestri og sangi.

Nýggjasta barnabókin Marin og hjartavinurin er skriva av Ingun Christensen og er í 7 pørtum.

Tað eru 7 frítíðarskúladagar eftir til vit fara í jólaferiu, tí er tað hóskandi at lesa hana, ein part um dagin í 7 dagar.

Vit hava fingið fólk útifrá at koma at lesa teir 7 partarnar fyri okkum. Hesi fólk hava øll eina relatión til børn í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

Vit byrjaðu í dag. Í dag var sjálvur rithøvundurin Ingun Christensen og læs fyrsta part upp fyri okkum.

Ein sera sera hugnalig løta í hugnaliga umhvørvinum og nógv børn vóru og lýddu á

Komandi dagarnir koma pápi Petur í 2. fl og pápabeiggi Óla í 1. fl at lesa annan og triðja part í bókini.

Myndir (trýst her)

Aftur