Tað angaði av jól í Jólagøtuni..

fríggjadagur, 7. desember 2018


 

Í góðveðrinum mikudagin bjóðaðu børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri foreldrunum á Jólakafé.

Jólakaféin læt upp kl. 15.00 í jólagøtuni uttanfyri Frítíðarskúlan.

Jólabálið varð tendra, har møguleiki var at grilla ymiskt, børnini bjóðaðu kaffi/te, saft og holukøkur við øllum tilhoyri. Jólatónleikur í hátalarnum og vættrar komu við sínum lampum og hugnaliga sangi oman av Kongavarða at heilsa uppá og bjóðaðu heimagjørdar brendar mandlir.

Trýst á og síggi hugnaligu jólastemningsmyndirnar her

Aftur