Lívligt á Argjagøtum í dag

14. november 2018


Í dag hava tey gott og væl 150 børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri verið á Kondibingo.

Kondibingo verður skipa sum ein skattaveiða har tøl eru á postunum.

Postarnir vóru settir upp runt á Argjum, tað vóru 11 postar tilsamans.

Hvørt barn fekk eina Kondibingoplátu við sær og fóru vit so øll avstað við hvør sínari bingoplátu og blýanti, út at leita eftir tølum og krossa tey av á plátuni. Ein full rekkja gav vinning.

Túrurin gjørdist ein brakandi succes.

Onkur rann skjótt, onkur rann stillisliga og nøkur spákaðu. Á túrinum vísti børnini okkum hús har tey kendu onkran sum búði inni. Tað er jú besta Harutíð og á túrinum sóu vit harur hanga uttanfyri hjallar og fingu prát um tað. Eisini hittu vit fólk sum vit kendu og eina fitta kanin.

Túrurin var uml 5 km og vardi uml ein tíma. So vit komu øll aftur í Frítíðarskúlan tivandi við reyðum kjálkum og fegin um, at vit øll saman í felag í senn  úr Frítíðarskúlanum á Argjahamri høvdu gingið, runnið, spáka, krossa tøl og havt tað stuttligt á Argjagøtum, í góðaveðrinum í dag.

myndir (trýst her)

 

Aftur