Væleydnað Halloween tiltak

fríggjadagur, 26. oktober 2018


Afturvendandi Halloween tiltakið í frítíðarskúlanum, varð hildið í gjár. Og sum undanfarin ár var tað ein spennandi, stuttlig og fyri summi eisini ein eitt sindur óhugnalig uppliving. Børn og starvsfólk hava í fleiri dagar ja vikur fyrireikað seg til dagin. Nógvur aktivitetur hevur verið av ymsum slag, har vit hava samstarvað yvir um toymir, lisið og fortalt søgur, prátað um at vera bangin, havt nógv ymisk verkstøð, evnað burtur úr ymiskum tilfari og verið kreativ. Børnini í klubb tilboðnum, tey sum ganga í 3. flokki, høvdu hjálpt til at pynta banan og fyrireikað seg. Í gjár lat so sansa banin upp fyri øllum børnunum í frítíðarskúlanum og klubb børnunum. Andlits máling var í klubbanum, har man kundi velja ymisk máli motiv. Og klubba børnini dugdi sera væl at mála, og tey allarflestu valdu at taka av tilboðnum. Í sansabananum var ymiskt spennandi at uppliva, og saman við ljóð og visuellum effektum, vóru nógv spennandi inntrykk. Seinnapartin í gjár var eisini foreldrakaffi og nógv foreldur, systkin, ommur og abbar vóru. Onkur av foreldrunum vildu vera við, at sjálvt um hetta var fjórða ári á rað, at tey høvdu grulvað seg gjøgnum sansi banan, so var hann líka spennandi sum øll hini árini. Í dag royna børnini so aftur sansi banan og tað er líka stuttligt í dag sum í gjár.

Myndir (trýst her)

 

 

Aftur