Bindiklubbadagar á Argjahamri

fríggjadagur, 21. september 2018


Bindiklubbadagar á Argjahamri.
Í hesum døgum er tað bindiklubbastemningur í frítíðarskúlanum á Argjahamri.
Ítrivsrúmið er nú ein bindiklubbastova. 
Vanliga er tað stórur kreativur aktivitetur í Ítrivsrúm. Seinastu tíðina hevur fingrabinding verið eitt hitt.
Hetta gjørdi at práti kom inn á bindiklubbar og harvið eina avtala um ein bindiklubbadag.
Dagurin var í dag.! 📍✂️👜
Í bindiklubbastovuni vóru nógv børn. Møguleiki var at binda, seyma, líma og alt møguligt annað.
Bindiklubbastovan varð tilgjørd við sofum, sofaborðum, urtapottum og hugnaljósum. Og sjálvandi øllum tilfarið til kreativa bindiklubban. 🌸💚
Ein drekkamuður hoyrir jú øllum bindiklubbum til, eisini hjá okkum. Vit fingu kakao, bollar og kaku sum Maria hevur baka. 🤩
Ein fantastiskur dagur við framhaldi í morgin, fríggjadag.

myndir(trýst her)

Aftur