Ein góð Kongalig vitjan

fríggjadagur, 24. august 2018


Í gjár var Krúnprinsa familjan og vitjaði frítíðarskúlan og skúlan. Og sigast má, at hetta var dagur í viku. Børn og vaksin í frítíðarskúlanum høvdu gjørt sítt til, at vitjanin skuldi eydnast so gott sum gjørligt. Fyrireikingar sum at tekna, klippa og klistra prinsa- og prinsessu krúnur, venja sang v.m. hava tikið sína tíð. Ymiskt var hvat børnini fingu burturúr, men stuttligt var at síggja, at veruligar prinsessur og prinsar duga eins væl at spæla og vera børn, sum vit onnur. Børnini hjá Krúnprinsa parinum, Christian, Isabella, Vincent og Josephine, kendu seg væl í frítíðarskúlanum og funnu sær eisini onkrar leikur at spæla við, og dugdu væl "at blanda" seg uppí spælið hjá børnunum. Í gongini var sang framførsla, har kórið sang "Karin", sum rithøvundurin sjálvur hevði umsett til norðurlenskt í samband við vitjanina. Tá børnini vóru liðug at syngja, fingu tey kongaligu børnini hvør sína gávu, sum var "Sangskrýnið" hjá Steintóri Rasmussen saman við umsetta tekstinum. 

 

 

 

Myndir (trýst her)

Aftur