Klubb: Frálíkur túrur í Nólsoy!

mikudagur, 20. juni 2018


Fríggjadagin 15/6 vóru vit í Klubbanum ein so deiligan túr í Nólsoy! Hóast regnið hótti okkum, tá vit fóru oman á Bursatanga, so vistu vit væl, at tað gjørdi einki petti, tí í Nólsoy er altíð sól - og so var! Gamaní var eitt sindur av vindi, men sólin hitaði so deiliga væl, og børnini skundaðu sær at skifta í svimjiklæðir og runnu oman á strondina og útí havið. Summi fangaðu krabbar, meðan onnur sparkaðu bólt á vøllinum, høvdu lissukapping og runnu stafett. Vit grillaðu sneisabreyð og pylsur og fingu bomm og pannukøkur, sum nøkur av børnunum høvdu bakað í køkinum dagin fyri, omaná. Útlúgvað omaná ein langan, góðan dag uttandurða, fóru vit umborð á Teistan, har vit spældu Uno og prátaðu. Komin til Havnar aftur, stóðu foreldur og veittraðu á keiini og gleddu seg at síggja síni børn og hoyra um túrin.

Sí myndir her

Aftur