Fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini

mánadagur, 18. juni 2018


Fríggjadagin 04.05 fóru vit so mannsterk við leigaðum bussi niðan í Hoyvíkshøllina. Á leið 50 børn vóru áhugað at koma við og stuðla tveimum fótbóltsliðum, sum vit høvdu stovnað. Eisini hevði eitt lið av heppigentum, samansett av gentum í 1. og  2. flokki, vant ein dans alla vikuna frammanundan. Í høllini rungaði “KOM SO ARGIR” og “ARGJAHAMRI”, og tað var sera stuttligt at síggja og hoyra. “Cheerleadararnir” sluppu út á gólvið at vísa síni kynstur. Tó ognaði fótbóltsliðið sær ikki nakað 1. pláss, men hetta var ein sera góður og øðrvísi túrur.

Sí myndir her

Aftur