Klubbatúrur til Nólsoyar

mánadagur, 4. juni 2018


Nú er ikki leingi til vit fara í summarfrí og skulu siga farvæl við fittu Klubbabørnini hjá okkum :-( Tí skipar Klubburin fyri útferð til Nólsoyar 15/6.

Vit fara við bátinum úr Havn kl 12.30 og fara millum annað at grilla, gera pannukøkur, spæla á sandinum, fanga krabbar, spæla nógv spøl og leypa á sjógv. Mann ikki vit finna uppá okkurt annað stuttligt eisini?

At hava við: Svimjiklæði, handklæði og góð klæði at vera úti í. Gjarna regnklæði og gummistyvlar.

Vit eru aftur á keiini í Havn kl 19.35, og skulu børnini heintast her.

Vit gleða okkum!

Aftur