Fótbólt og fjepparatúrur

fríggjadagur, 4. mai 2018


Í dag verður fótbólt kapping í høllini í Hoyvík. Tað eru nógv børn, ið hava meldað seg til at spæla bólt, og at verða fjeppari. Børnini eru eini 55 í tali, og tey fara saman við starvsfólkum við leigaðum bussi til Hoyvíkar kl. uml. 11.30. Kappingin verður liðug kl. uml. 16.00, og tá verður farið út aftur á Argjahamarin við leigu bussi. Væntandi verða tey aftur uml. kl. 16.30. Tey, ið fegin vilja vita, um barn teirra er farin við túrin, kunnu venda sær til høgguslokkin á tlf. 260802. Tað ber til at heinta børn í Hoyvíkshøllini. Børnini eru sera spent, tey hava vant takk tikk, og fjeppararnir hava gjørt "pom pom" og vant dans/seriu. Bestu eydnu við øllum og vit heppa á Frítíðarskúla á Argjahamaran:)

Aftur