mánadagur, 30. apríl 2018
Nógvar eru uppgávurnar á einum stovni, og soleiðis er eisini í frítíðarskúlanum. Herfyri fingu vit góða hjálp frá tveimum garpum, ið fegnir vildu hjálpa til at leggja nývaskað klæðir saman. Teir breggjaðu sær av, at teir ofta hjálptu til heima við hús. Vit fingu eitt gott prát, meðan arbeiðið varð gjørt, um “leyst og fast”. Óførir dreingir! :-)