Fríggjadagin 23. novembur 2018 er stongt vegna ráðleggingardag

mikudagur, 21. november 2018


Ráðleggingardagurin 23. november 2018
Barna- og ungdómsdeildin hevur arbeitt saman við Barnaverndartænstuni í Tórshavnar kommunu
um, at fara undir meira skipa samstarv millum Barnaverndartænastuna og alt dagstovnaøkið.
Avgjørt er, at fara undir eitt samstarv har sosialráðgevarar regluliga koma út á dagstovnar.
Endamálið er, at umrøða mál, ið leiðari og starvsfólk á einstaka dagstovninum ynskja og kunnu
hava tørv á, at umrøða og fáa vegleiðing frá sosialráðgeva innan barnaverndararbeiði.
Í nøkur ár hevur ein slík samstarvs og samskiftis skipan verið millum barnaverndartænastuna og
skúlaøkið í kommununi. Tað eru stórir fyrimunir fyri einstaka barni og arbeiðið við barninum, at
eitt slíkt samstarv kemur í lag. Tað er við til at veita børnum, vit annars kunnu vera í iva um og
stúrin um, røttu hjálpina so tíðliga sum til ber. Í øðrum londum verður víst á, at fráboðanir eru
komnar fyrr og hjálp til einstaka barnið verður veitt fyrr, eftir at skipa samskiftið er millum
dagstovn og sosialráðgeva.
Í fyrstu atløgu verður hetta gjørt sum ein verkætlan fyri ávísar stovnar og verður síðani eftirmett,
áðrenn vit vantandi fáa hetta, at vera eitt samstarv og samskiftið sum verður regluligt millum
barnaverndartænastuna og hvønn einstaka dagstovn. Ætlanin er at byrja við ávísum stovnum í
heyst og er Frítíðarskúlin á Argjahamri ein av dagstovninum, ið eru útvaldur.
Fyri at fáa eitt felags grundarlag at arbeiða út frá millum stovnin og sosialráðgevararnar á
Barnaverndartænastuni, hevur frítíðarskúlin fingið Rikke Alminde (DK), sosialráðgevi at undirvísa í
“sikkerhedsplanlægning” innan sosialt arbeiði. Hetta er ein partur av háttalagnum SOS (Signs of
Safety). Fyri stuttum hava dagstovnaleiðarar, deildarleiðarar, sosialráðgevar og ráðgevar annars
hjá Tórshavnar kommunu luttikið á líknandi degi við Rikke.

Aftur