Deilig konsert

fríggjadagur, 6. apríl 2018


Seinnapartin varð verkætlanin hjá frítíðarskúlanum skotin í gongd við góðari kulari konsert. Rakul Ró og Steintór Rasmussen frá Kulum rótum sungu sangir og eisini sloppu børnini framat. Tey sungu og spældu ljóðføri, sum varð sett upp sum eitt samaspæl. Vit gleða okkum longu til fríggjadagin í komandi viku, tá vit aftur fara at syngja. Ætlanin er, at vit fara at framføra til summarveitsluna og gera videolag. Spennandi verður at síggja, hvat vit fáa burtuúr verkætlanini.

Kunning er komin frá svimjihøllini, at hon verður stongd komandi tvær vikurnar. Tvs. at vit svimja ikki í viku 15 og 16.

Gott vikuskifti øll somul:)

Myndir (trýst her)

 

Aftur