Vit syngja føroyskt

týsdagur, 3. apríl 2018


Hvønn fríggjadag kl 13.00 verður høvi hjá børnunum í Frítíðarskúlanum á Argjahamri at syngja føroyskt. Tilmelding verður á talvuni í Miðrúm. Vit fara hvønn fríggjadag fram til 8. juni at hittast og syngja føroyskar sangir. Foreldur kunnu fylgja við á heimasíðuni argjahamri.fo, har vit leggja myndir og tekstir út. Vit byrja fríggjadagin 6. apríl við konsert. Tað verða Rakul Ró Steintórsdóttir og Steintór Rasmussen, sum koma at syngja verkætlanina í gongd. Konsertin verður í Miðrók kl 15.00, og foreldur og systkin eru vælkomin at lurta. Møguleiki verður at kunna keypa “Sangskrínið” fyri serprís.

Hoyr Kular Røtur syngja um Kelidýr her.

Verið vælkomin!

Aftur