Wellness og massaga á Argjahamri

týsdagur, 13. februar 2018


Seinastu tíðina, hava genturnar havt massagu- og avslapningsrúm. Lekkrar massagur vóru at fáa, og teir ymisku nýggju massagubóltarnir, sum stovnurin hevur fingið, vórðu tiknir í brúk. Sum tað var lekkurt bara at njóta og taka ímóti, meðan avslappandi tónleikur stroymaði úr hátalarnum. Alt hetta lekkra frættist runt í frítíðarskúlanum, og tá genturnar vóru liðnar, dittaðu dreingirnir sær í rúmið at geva og fáa lekkra massagu. Vónandi verður hetta gerandiskostur á Argjahamri ...

Sí myndir her

Aftur