Hattaverksmiðja

mikudagur, 31. januar 2018


Winston Churchill, Charlie Chaplin, Indiana Jones og Janus Djurhuus. Allir mætir menn, ið vanir vóru at bera hatt. Nú gera børnini á Argjahamri teimum kynstrið eftir. Fyrireikingarnar til fastalávint eru væl ávegis. Seinastu dagarnar hava vit havt eina hattaverksmiðju, har børnini hava gjørt alskyns hattar. Kovboy hattar, bowlarir, avlangir hattar, ið líkjast teimum, sum gívrar og prinsessur í ævintýrum ganga í. Við pappíri, klistri og glitri ber alt til. Bert barnsis hugflog setur mørk.

Nú stundar til fastalávint. Tá vera ivaleyst mangar grýlur við hattum at síggja. Kanska onkur av teimum fyrr nevndu fínu harrunum fer at mala runt millum húsini á Argjum.

myndir (trýst her)

Aftur