Kunning frá Tórshavnar kommunu

mánadagur, 11. desember 2017


Til foreldur: Verkfall og síðani verkbann á dagstovnaøkinum

Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri limir, sum eru í leiðara- og varaleiðarastørvum. Hetta hevur ávirkan á dagstovnaøkið og á dagstovnavirksemið. Verkfallið byrjar týsdagin 12. desembur kl. 07.00.

Dagstovnarnir, frítíðarskúlarnir, frítíðartilboðini og ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu hava tó opið týsdagin 12. og mikudagin 13. desembur sum vanligt. Verða broytingar av ein hvørji orsøk á ávísum stovnum, verða foreldur kunnaði um hetta á avvarandi stovnum og á torshavn.fo.

Tað kann tó koma fyri, at ávísir stovnar noyðast at skerja upplatingartíðina ella at stongja ávísar stovur hesar báðar dagarnar.

Galdandi frá hósmorgni 14. desembur klokkan 07.00 hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið lýst verkbann fyri starvsfólk á dagstovnaøkinum, sum eru limir í Pedagogfelagnum.

Tað hevur við sær, at allir kommunalir barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar, frítíðartilboð og ungdómshús hava afturlatið til nýggj støða verður millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Kunning til foreldur verður løgd út á torshavn.fo, tá ið broytingar verða.

Aftur