Áheitan um endurskyn

týsdagur, 14. november 2017


Góðu foreldur,

Nú tað er vorðið so myrkt og børnini sjálvi ganga heim ella fara við bussinum, fara vit at heita á tykkum foreldur um, at geva børnunum endurskyn við og práta við tey, um hví tað er av týdningi, at tey eru ílatin endurskyn. Vit hava fingið boð frá foreldrum, at tað eru børn, ið ikki eru ílatin endurskyn, tá tey fara til gongu heim í myrkrinum og at tey ikki síggjast. Tá børnini fara heim, hjálpa vit teimum at minnast á, at verða í endurskyn, tá tey fara frá okkum.

Aftur