Mikudagin verður tað!

mánadagur, 23. oktober 2017


Mikudagin verður tað - also at vit sleppa at royna Halloween sansi banan, sum børn og starvsfólk hava arbeitt við í seinastuni. Og vit eru so spent, at vit næstan ikki kunnu bíða. Seinastu tíðina hava ymiskar verkstovur verið úti sum inni, har børn og vaksin hava luttikið í. Vit hava evnað og framleitt ymisk til banan, málað  og klistrað, verið í søguverkstovu og lurtað eftir óhugnaligum søgum. Eisini hava vit tosað um tað, at verða bangin og at tað er okey, og hvussu vit í felag kunnu hjálpa hvørjum øðrum, tá vit gerast bangin.

Og mikudagin 25. oktober fara vit so at royna alt - tey sum tora:) Møguleiki verður at fáa sær andlits máling í klubbanum. 3.floks børnini hava vant seg at málað andlit. Í gongini (við wc´ini) verður høvið at taka myndir og verða eitt nú drakula, og halloween køkur, kaffi og the, sum børnini hava gjørt, verður at fáa í gongini, har senan er.

Foreldrakaffi er millum kl. 15.00 og 16.30 og eisini systkin, ommur og abbar eru vælkomin við, at síggja og uppliva stóra tiltakið, sum vit hava brúkt nógva orku uppá at gjørt.

Vælkomin:)

Aftur