Vælkomin í frítiðarskúla og klubban

týsdagur, 14. august 2018


So verður byrjað aftur og endiliga sleppa vit í gongd aftur, eftir ein deiligan og gevandi summarsteðg:) Og vit gleða okkum. Gleða okkum at síggja øll aftur og at heilsa uppá nýggju børnini og foreldur teirra.

Hósdagin 16. august eftir vanliga skúla tímatalvu, letur frítíðarskúlin upp fyri børnum í 2. flokki og klubburin fyri 3. floks børnum. 

Børnini sum fara í forskúla og 1. flokk, eru hjartaliga vælkomin at vitja frítíðarskúlan saman við foreldrum teirra, eftir at tey hava verið til fyrsta skúladag. Møtitíðirnar hjá skúlanum eru at síggja á heimasíðu skúlans.

Fríggjadagin 17. august er alt sum vant og børnini koma í frítíðarskúla eftir vanliga skúlatíð.

Hjartaliga væl afturkomin fittu børn og serliga hjartaliga vælkomin til øll tykkum nýggju fittu børn:)

Aftur