Lýsing eftir starvsfólkum

týsdagur, 31. juli 2018


Starvs leyst at søkja


Lýsing eftir starvsfólkum

Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starvið sum námsfrøðingur ella námsfrøðiligt hjálparfólk.

Av tí at stovnurin hevur fingið fleiri námsfrøði tímar, søkir Tórshavnar kommuna vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir starvsfólki at byrja 16. august ella eftir nærri avtalu. 

Søkt verður eftir: 

  • Námsfrøðingum ella námsfrøðilig hjálparfólk at arbeiða 20 - 30 tímar um vikuna 

 

Okkum tørvar námsfrøðingar ella námsfrøðilig hjálparfólk sum:

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vilja virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

 

Meira fæst at vita

Um okkum og størvini við at venda sær til Ann Hansen, stovnsleiðara, á telefon 282850 og við at hyggja inn á heimasíðuna www.argjahamri.fo.

 

Umsókn

Saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.foella til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í seinasta lagi 15. august 2018 kl. 12.00.

Aftur