Innbjóðing til innsavningartiltak í FáA til børn í Ukraina

4. apríl 2022


Hósdagin 7. apríl skipar Frítíðarskúlin á Argjahamri fyri innsavningartiltakið fyri børn í Ukraina. Tiltakið verður í Argjaskotinum og í Miðrók.

Tiltakið er frá kl. 15.30 til 17.00.

Tiltakið er fyri foreldur, systkin, ommur og abbar og fyri familjuna annars.

Vit fyrireika eina Café, sølubúðir og uppboðsølu.

Børnini í FáA rokast í hesum døgum við at gera lutir til sølubúðirnar, baka cupcakes til caféina og eisini hava vit fingið forkunnugar lutir til eina uppboðsølu.

Børn fara at syngja og spæla, eisini saman við Bárði Johannesen <3

- helst verður okkurt óvænta eisini ;)

Í Caféini kanst tú t.d. keypa ein kopp við kaffi/te ella saft í og kaku fyri 20 kr.

Peningurin sum kemur inn fer til foreldraleys børn í Ukraina.

Býurin sum Slava kemur frá eitur Chernivitsi. Kirjurnar har hava ein felagsskap sum eitur Caritas. Slava hevur sett seg í samband við Caritas og hava vit avtala, at peningurin verður fluttur til tey. Tey taka sær av børnum, sum missa foreldur, undir krígnum.

Aftur