Gleðilig jól frá okkum og VættraPætur<3

sunnudagur, 19. desember 2021


Ávegis niðan í Gravardal, úti í Grøv í Klaksvík, er ein smátta, ein vættrasmátta.

Har búgva nógvir vættrar, eisini VættraPætur.

VættraPætur hevur í nógv ár skriva søgur og annað til børn í Klaksvík.

VættraPætur er eitt sindur gandakendur. Hann finnur uppá nógvar løgnar søgur, men hann er serstakliga fittur. Ein tann fittasti vætturin sum er til. VættraPætur er so lítil at hann oftast ferðast í lummunum hjá børnunum. 

Nú býr VættraPætur eitt stað ímillum Argjahamar og Kongavarða. <3

Onkutíð tá vit halda at VættraPætur er farin niðan á Kongavarða at vitja jólamennirnar, so fáa vit bræv frá honum, har hann fortelur, um alt tað hann hevur uppliva á túrinum saman við okkum....snedigt...!

Sum til dømis, tá børnini í 3. flokki vóru boðin oman í Umami til brunch, hjá mammu Albu. Ja, so kom bræv har hann fortaldi okkum, um alt tað vit høvdu gjørt og hvussu blíð tey vóru á Umami. Tá hevði hann aftur snýkt seg við og var í lummanum hjá Bryndis og fekk alt við.

Hann kann finna uppá at fortelja um ymiskt í brævinum, sum vit ikki mugu fortelja teimum vaksnu í Frítíðarskúlanum, so tað gera vit ikki....sssjjjhhhyyyy!!

VættraPætur hevur verið túr í Vágsbotnið. Hann fortelur fyri okkum, um hvussu røsk vit hava verið at pynta jólasmátturnar í Vágsbotnið. So røsk, at vit komandi ár, fara at fáa *FáA jólaheiðursmerkir* fyri tað, sigur hann.

VættraPætur fer at halda jól saman við sínari familju í Klaksvík.

VættraPætur, børn og vaksin í 'Frítíðarskúlanum á Argjahamri' ynskja øllum, eini GLEÐILIG JÓL <3

 

 

Aftur