Komandi 3. flokkur

mikudagur, 9. juni 2021


Kæru foreldur hjá børnum í komandi 3. flokki.

Vælkomin til kunningarfund um Klubb á Argjahamri.

Fundurin er fyri børn, sum fara í triðja flokk eftir summarfrítíðina og foreldur teirra. Fundurin verður í Miðrók mánakvøldið 14. juni kl 19.00.

Vit fara at kunnað um hvussu tað er at ganga í Klubb, mannagongdir og avtalur. Aftaná løtuna í Miðrók fara vit, um Coronatilmælini loyva tí, niðan í Klubb.

Gleða okkum til at síggja tykkum øll.

Blíðar heilsur starvsfólkið í komandi Klubb.

Um tit enn ikki hava tilmelda barnið til Klubb, ber til at gera tað her....

https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/fritidarskuli/skriva-titt-barn-inn-i-fritidarskula/

 

Aftur