Vit lata upp sum vanligt í morgin, men....

24. mai 2021


Vit fara aftur til Coronavegleiðingarnar sum tær vóru í august 2020.

Tað merkir m.a., at foreldur aftur skulu ringja og gera avtalu við høgguslokkin um nær vit skulu senda barnið antin heim ella til parkeringsplássið.

Ringi í góðari tíð, so vit hava møguleika fyri at senda barni trygt og gott avstað.

Tað er ikki neyðugt at ringja hvønn dag, tað ber eisini til at gera fastar avtalur. Frammanundan gjørdar avtalur eru enn galdandi.

FáA hevur tilfnr 260802 og Klubb 260803.

Foreldur eru vælkomin til dyrnar hjá Frítíðarskúlanum, sum er omanfyri skúlan, men tað ber ikki til at koma inn í skúlan.

Vit vænta góðveður alla vikuna og hava ætlanir um nógv útilív og nógvar útferðir.

Øll kunning til foreldur verður løgd út á heimasíðuna her.

Vælkomin til at ringja um okkurt er ógreitt.

vh

Hanna

 

 

 

Aftur