Vælveruvika í FáA í komandi viku....

sunnudagur, 14. mars 2021


Í mars mánaða, hava vit gjøgnum skjótt fleiri ár havt eina vælveruviku og onki undantak í ár. Vælvervika verður í komandi viku.

Tað eru børnini í triðja flokki, sum standa fyri vælveruvikuni, tað verða tey sum koma at "starvast" saman við vaksnum, á teimu ymisku vælverustøðunum sum verða í húsinum.

Á myndini omanfyri síggja tit kø´ina, tá børnini í triðja flokki, skuldi velja seg inn á tað vælverustovuna tey ynsktu at skipa fyri.

Millum annað ber tað til hjá børnunum í 0´ 1. og 2. fl  at fara til manicure, pedicure, andlitsviðgerð, sansaløtu, massagu, eisini verður ein hárfríðkanarstova. Eisini fara tey at hava ein peningarstovn. Í peningastovninum skalt tú gera tær eitt kort, sum tú skalt brúka gjøgnum dagarnar tá tú fert í vælveru. Korti skal hava eina kodu, fýra tøl ;)

Ongin vælverumiðstøð uttan vælverucafé. Í vælverucaféini ber til at "keypa" sær ein kopp av sunnum the og okkurt sunt afturvið.

So tað verður hesa vikuna at børnini koma heim við littum neglum, krúllum og gelé í hárinum v.m. jú og reinum bibbum ;)

Øll kunning og dokumentatión av vikuni verður at síggja á vegginum í Miðrúm.

Børnini eru spent og vit gleða okkum :)

Aftur