Innbjóðing til jólaborðhald

mánadagur, 14. desember 2020


Mikudagin bjóða vit øllum børnunum í FáA til jólaborðhald <3

Børnini koma ávíkavist kl. 11.30 og 12.00 úr skúlanum. Tá hava vit dekka upp til stóra jólaborðhaldi við alskins viðskera, breyði og jólabrús.

Omaná fáa vit ris a la mandé og Vættrapætur sigur í brævi, at tað verða heili 8 mandlir í....

Meðan vit eta kemur skúlakórið at syngja fyri okkum og kl. 14.00 fara børn í frítíðarskúlanum at framføra ein jólasangleik fyri okkum í Grønugongd.

So, bara lítlamatpakka við mikudagin.

Vit fara at gera nógv burturúr, so hugaligt hevði verið um børnini hava jólahúgvu ella okkurt jólaligt uppiá sær.

Gleða okkum! <3

Aftur