Vatn Vatn Vatn

mánadagur, 28. september 2020


Tað verður vátt, tað verður stuttligt, tað verður vilt, tað verður vatn...!


í morgin, týsdagin 29.09 fara vit ígongd við eina verkætlan um vatn. Vit fara at fáa vitan og nógvar ymiskar upplivingar við vatni og um vatn.

OG ikki tykkum at siga, so er vatn vátt.

Tað merkir, at tað er av stórum týdningi at børnini eru væl útgjørd við skiftiklæðum og regnklæðum í klivanum komandi dagarnar og framm til heystferiuna.

Vit leggja tíðindir og myndir út á heimasíðuna.

Aftur