Krabba gransking

18. mai 2017


Í góðveðrinum hava vit granskað. Onkur undraðist hvat mundi verða í einum krabba, so vit fóru í holt við at pilka, nerta og kanna hvussu krabbin sá út innaní. Børnini hildu seg vita, at krabbin var kvenndýr, tí tey sóu egg og okkurt ávíst bein sum bendir á tann vegin. Tey vistu eisini hvat kundi etast á einum krabba, sjálvt um ikki øll høvdu roynt tað. Stuttligt at síggja hvussu børnini samskiftu um vitan og undranir.

myndir (trýst her)

Aftur