Summarið vælkomið ver!

mikudagur, 3. mai 2017


Soleiðis byrjaði Petur Háberg Jacobsen sangin “Ein summardag”, sum er sangurin, ið allarbest lýsir dagin í dag -  og børn og starvsfólk í Frítíðarskúlanum á Argjahmari hava eisini veruliga ynskt sumrinum vælkomnum! Øll børnini avgjørdu nærum einmælt at fara út at spæla undir ljósabláa himlinum, og alskyns virksemi hava verið í gongd. Summi børn hava súkklað, runnið við rennihjólum, rulliskoytað, skateboardað,  koyrt mánabilar, og sparkað fótbólt og  spælt kurvabólt. Onnur hava teknað, sungið og dansað við góðum tónum frá boomblastaranum, meðan summi børn hava verið túr uppi á Ljósávatni. Klokkan tvey borðreiddu børnini, sum høvdu hjálpt til í køkinum, við toast og onkrum góðum at sløkkja tostanum við – og hetta kom væl við hjá onkrum av teimum pøstu børnunum!
Børnini eru enn úti; mett, vælsett og við reyðum kjálkum og vindblástum hári. Summi halda fram at súkkla, rulliskoyta, dansa og spæla, meðan onnur eru farin at heinta ársins fyrstu summardáar, sum verða koyrdir í hárið. Sanniliga skal summarið vera vælkomið! 

myndir (trýst her)

Aftur