0.b í Norðurlandahúsinum

týsdagur, 4. apríl 2017


Í gjár vóru 0.b í Norðurlandahúsinum. Barnafestivalur er í hesum døgum, og tískil var sera nógv spennandi at síggja! Komin inn um dyrnar í Norðurlandahúsinum lupu allir dreingirnir beinanvegin yvir í spælalandið hjá Skrímslunum. Í spælilandinum vóru nógvir lutir og nógv spøl, sum dreingirnir kendu aftur úr bókunum um skrímslini. Teir stuttleikaðu sær óført við at fiska, matgera, sveiggja, sova, hoppa og klintra. Teir gramdu seg øgiligt tá tíðin kom at eta millummála - tað høvdu teir nevnliga als ikki tíð til! Teir gloyptu matin í seg, og eitt - tvey - trý, vóru teir aftur i spælilandinum. Tá teir høvdu runnið og dansað sera, sera leingi, vóru teir eitt sindur troyttir. Tá lósu vit eina fitta søgu um skrímslini, og aftaná lótu vit okkum í, og fóru úr Skrímslaheiminum og út aftur í frítíðarskúlan.

Myndir (trýst her)

Aftur