0.B túr undir Kerjum

mánadagur, 20. mars 2017


Í dag var 0.b túr undir Kerjum. Vit fóru oman í skógin, har vit skiftust um at sveiggja í einari reiggju, sum var har. Dreingirnir settu spurnartekin við, hvussu reiggjan mundi vera komin upp í høga træið. Teir komu skjótt til ta niðurstøðu, at tað mundi vera ein sera sera langur maður, sum hevði bundið reiggjuna upp í træið. Tá vit seinni funnu eina smáttu í einum træi, komu dreingirnir fram til, at langi maðurin allarhelst átti úlvar, sum búðu í smáttuni. Vit sóu ongar úlvar, men hoyrdu teir ofta! Tá vit skuldu eta millummála skundaðu vit okkum út úr skóginum, so úlvarnir ikki skuldu koma og eta matin. :-) 

Fyri at síggja fleiri myndir, trýst her

Aftur